Ingason: Seinni hálvleikur var út av lagi vánaligur

(Frá Rás2) Poul Ingason er sera vónbrotin um, at TB/FCS/Royn ikki megnaði at avrika í seinna hálvleiki ímóti EB/Streymi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við Poul Ingason hjá TB/FCS/Royn, sum saman við liðfeløgunum upplivdi at tapa 1-2 ímóti EB/Streymi við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.

 

Fyri Poul Ingason og liðfelagarnir er talan um eitt stórt vónbrot. Í fyrra hálvleiki avrikaði liðið væl, og var á odda 1-0, men tað gekk galið í seinna hálvleiki. EB/Streymur fekk tvey mál og fór norður í Sundalagið við øllum trimum stigunum. Sambært Poul Ingason spældi TB/FCS/Royn ein út av lagi vánaligan seinna hálvleik.

 

Poul Ingason staðfestir, at TB/FCS/Royn hevur eisini klárt verri fyritreytir enn hini níggju liðini í effodeildini. Suðuroyarliðið fær bert vant saman tvær ferðir um vikuna, og givið er, at tað gevur nakrar eyka trupuleikar í mun til mótstøðuliðini, sum fáa vant saman fýra-fimm ferðir um vikuna. 

 

Talan er um fimta tapið á rað hjá TB/FCS/Royn, sum annars fekk eina rimmar byrjan við fýra sigrum í fimm teimum fyrstu dystunum.