Ingálvur og litirnir

Fyrilestur við Nils Ohrt, fyrrverandi stjóra á Listasavni Føroya

Tíðindaskriv

 

Hóskvøldið 3. oktobur kl. 20 á Listasavni Føroya.

 

Hetta er fyrsti fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.

 

Ingálvur av Reyni var ongantíð bangin fyri at endurnýggja seg. Tann ógvisligasta broytingin í listini hjá Ingálvi av Reyni hendi tó í 1961, tá hann næstan fullkomiliga fór burtur frá myndevnum, ið kunnu kennast aftur. Eisini var tað av týdningi, at hansara higartil sterku andstøðulitir nú vórðu skiftir út við dempaðar, næstan svartar myndir.

 

Sjálvt um Ingálvur av Reyni seinni í lívinum tók frástøðu frá sínum litsterku málningum frá 1950’unum, teljast teir millum nakrar av teimum sterkastu og djarvastu myndunum í føroyskari list yvirhøvur. Harafturat eru málningarnir partur av einum miðsavnandi fyribrigdi í nútímans, evropeiskari list, nevniliga litinum, sum verður leysur frá náttúrueftirlíking. Tað er tann søgan, sum fyrilesturin fer at snúgva seg um.

 

Hjartaliga vælkomin

 

--

 

Hósdagin 3. oktobur hava Listasavn Føroya og kafe list opið kl. 11 - 21