Á fundi hjá kirkjuráðunum í Vága prestagjaldi í kvøld er gjørt av at innstilla Ingu Poulsen Dam sum nýggja prest, eftir David Johannesen, sum hevur røkt starvið seinastu 35 árini.
Sjey umsøkjarar vóru til kallið, men meðan fýra vóru lúkaðir frá, so var spenningur um hvør av teimum trimum, sum hava royndarprædikað, varð settur í starvið.
Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setur prestin í embætið. Biskupur hevur samskift við landsstýrismannin, ið eftir tilmæli biskups ætlar at fylgja innstillingini hjá kirkjuráðunum, tá formligu viðurskiftini eru greidd.
Ætlanin er, at Inga Poulsen Dam hevur ábyrgd av kallinum longu 1. september í ár, sjálvt um hon formliga verður innsett í kallið nakað seinri.
Inga Poulsen Dam hevur verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi síðani 2000. Til kallið Í Norðstreymoy hoyrir Vága prestagjald við einum arbeiðsbýti á 50 prosent.










