26 ára gamla havnargentan, Inga Maria Vang, hevur seinastu trý árini slitið sínar skógvar í Firenze í Italia. Har hevur hon gingið á einum privatum skúla innan sniðgeving. Dreymurin hjá Ingu Mariu er ikki at gerast ein víðagitin sniðgevi. Hon hugsar heldur um at skapa eitt mótamerki fyri Føroyar.
? Eg vil heldur gera okkurt, kanska saman við onkrum øðrum, sum eyðkennir Føroyar. At gerast ein víðagitin sniðgevi er ikki týdningarmikið fyri meg, sigur Inga Maria Vang.
Tað, sum Inga Maria leggur seg eftir, er, at blanda bundnar vørur við toy í einum klassiskum stíli við týdningarmiklum smálutum, sum hon sjálv orðar tað. Klæðini eru mest til ung fólk, bæði gentur og dreingir.
? Dámurin er føroyskur. Klæðini eru góð og heit, og eru slitsterk, so tú fært brúkt tey helst upp í fleiri ár.
Framtíðin er ikki avgjørd enn. Inga Maria hugsar um at fara til París, har hon í løtuni roynir at finna útav onkrum skúlum, har hon kann útbúgva seg víðari. Men enn er onki avgjørt.
Listastevnan 2002
Seinast í juni mánaða kemur Inga Maria aftur til Føroya. Hon skal vera við á Listastevnuni 2002, har hon er bjóðað at verða við. Á Listastevnuni fer hon at vísa tað fram, sum hon hevur gjørt á skúlanum til eina mótaframsýning, sum var í apríl mánaða. Tað verða tilsamans seks sett av klæðum, sum eru bundin, seymað og heklað.
Um skúlan sigur Inga Maria:
? Ein lítil privat skúli, har tað var deiliga avslappandi og nógvir útlendingar. Tað er nógv øðrvísi at ganga í einum slíkum skúla, enn í einum skúla í norðanlondum. Hetta seinasta árið vóru bara tvær italienskar gentur í mínum flokki, og harumframt vóru fólk allastaðni frá.
Tá 26 ára gamla havnargentan fann útav, at sniðgevi var tann leiðin, sum hon skuldi ganga, hugsaði hon um, hvar hon skuldi fara at lesa. Fyrst var tað stóra mótalandið, Frankaríki, ið kom henni til hugs, men so fann hon henda skúlan í Firenze og valdi heldur at fara har, tí Italia er jú eisini eitt mótaland burturav.
? Mær dámar væl Italia sum land, men tað er ikki her, eg ætli mær at búgva restina av lívinum. Fólkini eru sera blíð og vinarlig, men so er eisini nógv kaos og óskil í. Skipanirnar rigga ikki so væl, og tað er ov rokasligt, greiðir Inga Maria frá.
Í frítíðini er nýútbúni sniðgevin saman við fólkum frá skúlanum og teimum, sum hon býr saman við. Hon íðkar ítrótt, men hetta hevur ikki verið nógv tíð til vegna skúlan.
Hondarbeiði
Inga Maria bæði bindur, seymar, heklar og annað. Í Italia er tað ikki vanligt, at ung fólk binda.
? Tá eg havi verið onkrastaðni, og havi tikið stokkarnar fram, hava fólk bara hugt býtt eftir mær, og spurt, hvat eg geri. So leggja tey afturat, at eg eri ikki so gomul enn, sigur Inga Maria flennandi.
Hon heldur, at hondarbeiðið er kreativt og skapandi og tú kanst fáa nógv burturúr tí. Í Italia duga flest øll ung ikki at binda, men tað er sjálvandi onkur, sum er undantakið.
Tá Inga Maria kemur heim síðst í hesum mánaðinum hopar hon uppá at finna eitt arbeiði. Framtíðarætlanirnar liggja ikki klárar á borðinum, og tí tykist hon at verða opin fyri øllum.
? Eg taki tað bara, sum tað kemur, sigur Inga Maria at enda úr telefonini í vakra, gamla býnum, Firenze í Italia.