Altjóða ítróttarfyritøkan, Infostrada hevur roknað uppá møguleikarnar hjá Grikkalandi, Rumenia, Finnlandi, Ungarn, Norðurírlandi og Føroyum at spæla seg beinleiðis í EM-endaspælið í Fraklandi í 2016. Møguleikin hjá Føroyum er null prosent, og møguleikin hjá norðurírum er eitt prosent.
Og sambært útrokningini hjá Infostrada hava Føroyar og Norðurírland ongan møguleika at vinna seg í EM-endaspælið í 2016.
So er bara eftir hjá okkara monnum at mótprógva hetta á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.
Her sæst útrokningin hjá Infostrada, sum byggir á avrik undanfarnu árini, og á FIFA-styrkislistan :
Land | Seedningsbólkur | Bólkavinnari | Spæla seg beinleiðis til EM |
---|---|---|---|
Grikkaland | 1 | 61 % | 86 % |
Rumenia | 3 | 19 % | 55 % |
Finnland | 4 | 11 % | 38 % |
Ungarn | 2 | 10 % | 36 % |
Norðurírland | 5 | 0 % | 1 % |
Føroyar | 6 | 0 % | 0 % |