Myndugleikarnir í Kastrup hava sett influensa-tilbúgvingina í verk, tí eitt ferðafólk í einum flogfari úr USA hevði sjúkueyðkenni, ið mintu um influensa A Ferðafólkið bleiv kannað, so skjótt sum flogfarið hevði sett seg í Katrup klokkan 6.15 okkara í morgun okkara tíð, og sambært DR halda læknarnir fyri vist, at talan er ikki um influensa A.
Nakrir læknar vóru millum ferðafólkini í flogfarinum, og teir tóku sær av sjúklinginum. Samstundis boðaði flogskiparin Kastrup-flogvøllinum frá.
SAS-flogfarið kom úr Newark.