Infantino: Minst ein leikvøllur í hvørjum FIFA-limalandi má nevnast eftir Pelé

Stendur tað til FIFA-forsetin, Gianni Infantino skulu øll FIFA-limalond minnast Pelé á ein serligan hátt

Í morgin fer helst størsta fótbóltslegendan í heimssøguni, brasilski Pelé (1940-2022) til gravar.

 

Hann er einasti leikarin, ið hevur vunnið HM-gull tríggjar ferðir, og tað fer ikki at henda aftur í bræði.

 

Millum tey mongu sum eru komin til Brasil at fylgja Pelé er FIFA-forsetin, Gianni Infantino.

 

Í samrøðu við brasilska blaðið, Globo sigur Infantino, at øll FIFA-limalond eiga at minnast Pelé við at hava tøgn í ein minutt undan teimum fótbóltsdystum, ið skulu spælast komandi dagarnar.

 

Í samrøðuni sigur Infantino eisini, at minst ein leikvøllur í hvørjum FIFA-limalandi eigur at vera nevndur eftir Pelé.

 

Tað merkir so, at vit í Føroyum eiga eisini at nevna ein leikvøll eftir Pelé.