Tata skal saman við einum norskum felag framleiða ein el-drivnan bil, sum kemur á europeiska marknaðin komandi ár.
Tata Motors´ European Technical Center í Englandi hevur keypt helmingin av norska felagnum Miljø Grenland/Innovasjon, sum hevur lagt seg eftir at gera teknisk framstig til el-drivin akfør, keypspeningurin er 12 mill. NOK.
Norska felagið skal gera Tata-bilarnar soleiðis at bilarnir verður el-drivnir.
Tann fyrsti el-drivni Tata skal um alt gongur væl koma á europeiska marknaðin longu komandi ár. Tann fyrsti verður av útgávuni Indica. Sambært Tata skal bilurin klára at koyra 200 kilometrar við einari løðing, bilurin skal bara nýta 10 sek. at fara frá 0 til 100 km/t, skrivar eb.dk.