Greinskrivarin fer at endurtaka ein setning allarfyrst: fótbóltur hevur nakrar sjáldsamar og originalar hendingar, sum eru at ringar at finna í líkan stóran mun í øðrum ítróttargreinum. Ein tann mest sjáldsama og originala hendingin í altjóða fótbóltsøguni, er søgan um tað berføtta indiska fótbóltslandsliðið, sum spældi ímóti øðrum fótbóltslandsliðum, aftaná India hevði fingið sjálvstýri í 1947. Allur fótbóltsheimurin stóð nærmast og gapaði til teir olympisku summarleikirnar í London í 1948. Norðurlendingar minnast fótbóltskappingina við serligari gleði, tí Svøríki vann gull, og Danmark vann bronsu, men tað vóru ikki tey framúrskarandi norðurlendsku avrikini, ið stjólu yvirskriftirnar, tá skjøtil varð settur á ta olympisku fótbóltskappingina í London á sumri í 1948.
11 spælarar – eingin skógvur
Allir spælararnir á tí indiska fótbóltslandsliðnum spældu berføttir, har var ikki somikið, sum ein av teimum 11, ið byrjaðu ein dyst fyri India, ið hevði fótbóltsskógvar. Onkur av teimum indisku spælarunum hevði av illum hosur, men teir flestu høvdu ikki eingong hosur. So skuldi ein trúð, at teir blivu bankaðir sundur og saman, og sendir heim til India aftur við einum risatapi, men soleiðis bleiv tað slettis ikki. Innleiðandi dysturin hjá tí indiska liðnum á teimum olympisku summarleikunum varð ímóti Fraklandi. Av tí, at India hevði fingið sjálvstýri árið fyri, so sóust nógvir áskoðarar, og nógv altjóða tíðindafólk til hendan fótbóltsdystin. Altjóða tíðindamennirnir, sum høvdu fyrireika seg uppá at skriva eina grein um tann fyrsta endaspælsdystin hjá einari nýggjari, sjálvstøðugari fótbóltstjóð fingu nakað heilt annað at skriva heim um.
Taptu í 89. minutti
17.000 áskoðarar á Lynn Road Stadium í London sóu fyri fyrstu ferð í lívinum eitt heilt lið spæla uttan fótbóltsskógvar. Teir berføttu indarnir góvu fraklendingum ein skarpan gang. Støðan varð 1-1 til 89 minuttir vóru farnir, tá tað eydnaðist teimum fronsku stórfavorittunum at skora sigursmálið, so teir vunnu dystin 2-1. Tað var tó ikki úrslitið, sum fylti tað stóra í ítróttarpressuni dagarnar aftaná. Tað gav endurljóð í øllum heiminum, at eitt heilt lið frá einari nýggjari fjarskotnari fótbóltstjóð høvdu berføttir staðið fraklendingum kurl, inntil bert ein minuttur var eftir av dystinum. Àskoðararnir á Lynn Road Stadium fagnaðu indisku spælarunum stórliga, sum kortini vóru úti av kappingini, tí tá á døgum brúkti man “knock out” dystir, og einki bólkaspæl á teimum olympisku summarleikunum.
Møttu ikki til HM í 1950
Tað vóru menn í leiðsluni í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, sum ikki hildu tað verða so sjarmerandi og forkunnugt, at eitt limaland í FIFA møtti upp til eina altjóða fótbóltskapping, og ikki hildu vanligan sið við at spæla við fótbóltsskóm, sum øll onnur “normal” lið. Tað hoyrdist, at FIFA áðrenn heimsmeistaraskapið í fótbólti í Brasil kravdi, at indiska landsliðið skuldi spæla við fótbóltsskóm, og hetta førdi til, at India noktaði at taka lut í heimsmeistaraskapinum í 1950. Viðurkenda amerikanska blaðið, Los Angeles Times hevur tó granskað í málinum, og teir hava við hjálp frá indiskum ítróttarjournalistum og indiskum ítróttarsøgufrøðingum funnið fram til, at fótbóltsskógvarnir vóru bert ein evarska lítil partur av orsøkini til, at India ikki tók lut í heimsmeistaraskapinum í Brasil í 1950. Tað var langt og dýrt at ferðast til Brasil, og tá indisku spælararnir vóru amatørar, so hevði tað nógv størri raðfesting hjá tí indiska fótbóltssambandinum at savna pening til eina luttøku á teimum olympisku summarleikunum í Helsinki í 1952.
Taptu stórt í 1952
Indarar møttu aftur upp berføttir til teir olympisku summarleikirnar í Helsinki í 1952. Tað máttu teir sanna, sum tað føroyska landsliðið mátti sanna 39 ár seinni í Beograd, at Jugoslavia er ikki tað besta liðið at møta hjá einari undirtippaðari fótbóltstjóð. 11 jugoslaviskir bóltsnillingar við góðum fótbóltskóm vann ein knúsandi 10-1 sigur á tí berføtta indiska liðnum. 20.000 áskoðarar vóru møttir fyri at síggja berføttu fótbóltsspælararnar úr fjareystir, og tey reistust og góvu liðnum eitt sympatiskt klapp, tá Ahmed Khan reduseraði til 1-10, tá 89 minuttir vóru farnir. Í 1952 varð heldur einki bólkaspæl, og India var aftur úti, aftaná fyrsta umfar, hesaferð tó við einum lúsingi, sum Jugoslavia gjøgnum árini dugdi væl at deila út til minni fótbóltstjóðir. India hevur gjørt lítlar skreytir í fótbólti síðani 1952. Indarar hava kasta seg útyvir cricket, har teir eru ein stórtjóð, og so hava teir gjørt okkurt sprell í landhockey eisini. Ùrslitini í tí asiatisku undankappingini í fótbólti hava tó verið frægari, síðani aldarskiftið.