Í dag, mikudagin 8. september kl. 14.00, letur Eivindur í Gongini upp eina øðrvísi málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini er 40 oljumálningar. Myndaevnini eru øll úr India, har hann hevur búð seinastu fimm árini. Hann býr í eini lítlari bygd við Malabar strondina í Miðindia.
Eivind sigur, at størsta avbjóðingin hjá honum er, at sólin altíð stendur mitt á himmalinum um dagin, har sum hann býr, tí eru eingir skuggar, mótsatt her í Føroyum.
Framsýningin er opin til og við sunnudagin 12. september, allar dagar frá kl. 14-20.











