Indiaferð skal geva íblástur

Millum 30 føroysku vinnulívsfólkini, sum í hesum døgum eru í India er eisini stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen. Men hví fara heilt til India fyri at menna fyritøkuna?

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Janus Petersen sær hesa ferð bæði yvirornað og meira ítøkiligt. -Tað er fyrst og fremst fyri at fáa eina vitan um altjóðagerðina og tað, sum fer fram í vinnulívinum á altjóða støði í løtuni. Har er India eitt av teimum fremstu londunum, tá tað snýr seg um kunningartøkni og uppgávur av slíkum slag. Sjálvur haldi eg, at tað er rættiliga týdningarmikið, at man skilur tað, sum fer fram í heimsbúskapinum í løtuni og harvið eisini vónandi kann fáa íblástur til, hvat vit kunnu gera í Føroyum.

Eitt annað og meira ítøkiligt eru so samráðingar, sum bankin hevur við eitt indiskt felag um nakrar ávísar skipanir. So ferðin snýr seg fyri bankans viðkomandi m.a. um at síggja nakrar peningastovnsskipanir, sum bankin hevur áhuga í.

Janus Petersen heldur tað vera eitt gott val at fara til India, tí India og Kina eru tikararnir í heimsbúskapinum í løtuni.

Til tey, sum kunnu seta spurnartekin við at fara so langt burtur heldur bankastjórin, at tað eru væl givnir pengar at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu koma uppá eitt hægri støði. -Hetta er ein ógvuliga seriøsur túrur við einum hørðum programmi, har vit koma at arbeiða einar 12 tímar um dagin, so tað verður ikki nakar lættisoppatúrur, tvørturímóti