India ávirkan á olju­leiting í Grønlandi

Hóast tað kann tykjast veru­leika­fjarlt, kann ein avgerð hjá stjórnini í India fáa av­leiðingar fyri oljuvinnuna í Grønlandi

Árni Joensen

Málið snýr seg um, at skotska oljufelagið Cairn Energy, sum leitar eftir olju við Vesturgrønland, hevbur í fleiri mánaðir roynt at selja síni oljurættindi í India. Avtala er gjørd við bretska felagið Vedanta Ressources, sum skal keypa, men indisku myndugleikarnir hava ikki viljað góðkent handilin, sum sambært álítandi keldum er upp á einar 50 milliardir krónur.
Grønlendska kringvarpið segði um vikuskiftið, at eydn­ast tað ikki Cairn Energy at selja sítt virksemi í India, kann tað leggja fót fyri tær ætl­anir, sum felagið hevur í Grøn­landi. Pengarnir, sum fel­ag­ið fær butur úr søluni í India, skulu fíggja komandi olju­leit­ing­ar í Grønlandi, segði KNR.
Indisku myndugleikarnir krevja, at indiski ríkiskassin skal hava ein part av tí, sum kem­ur burtur úr handlinum mill­um ­Cairn Energy og Ved­anta Resources, men tað vilja tey bæði feløgini ikki hoyra talan um. Málið hev­ur eftir øllum at døma stór­an týdning, tí sambært Fin­an­c­i­al Times sendi bretski for­sæt­is­ráð­harr­in, David Cameron, indiska for­sæt­i­s­ráð­harr­a­num, Man­mo­han Singh, eitt bræv um tað í síðstu viku. Har biður Cameron starvs­bróður sín bera so í bandi, at handilin kann avgreiðast sum skjótast. Seinasta freist at avgreiða handilin eftir ver­andi avtalu er tann 15. apríl.