India verður sum Kina

Heimsbankin væntar, at í 2040 verður indiski búskapurin tann triðstørsti í heiminum.

Heimsbankin væntar stóran búskaparvøkstur í landssynningspartinum av Asia í komandi árum, og sambært Praful Patel, deildarstjóra, er tað serliga India, sum fer at gera vart við seg.

-Í 2040 verður tann indiski búskapurin tann triðstørsti í heiminum aftan fyri USA og Kina, sigur Praful Patel við Aftenposten. Hann vil ikki siga, hvat av hinum báðum londunum verður tað fremra.

Patel, sum er stjóri í asiatisku deildini hjá Heimsbankanum, sigur, at tey seinastu árini eru nógvir indarar við góðari útbúgving farnir aftur til heimlandið at arbeiða. Eitt úrslit av tí er, at indiskar fyritøkur eru farnar at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum.

-Fyri bara fáum árum síðani vóru indisku fyritøkurnar veitarar hjá stórum útlendskum fyritøkum, men í dag kappast tær við tær somu fyritøkurnar, sigur Praful Patel. Higartil hevur hetta serliga verið galdandi innan kunningartøkni, men deildarstjórin væntar, at vit fara at síggja ta somu gongdina innan klædnaídnaðin, heilivágsídnaðin og annan ídnað.

-Í fleiri ár hevur búskaparvøksturin í Kina ligið um tíggju prosent, meðan vøksturin í India hevur verið um seks prosent. Men innan fimm ár kemur tann indiski vøksturin eisinmi upp á tíggju prosent, sigur Praful Patel.