India sigur at mánafarið virkar lýtaleyst

Bert tveir dagar fyri lending á suðurpólinum á Mánanum sigur India, at rúmdarfarið Chandrayaan-3 framvegis virkar, sum tað skal.

 

India er eitt av fleiri londum, sum er við í kapprenningini um at finna ís á Mánanum.

 

Russiska rúmdarfarið Luna-25, sum ætlandi eisini skuldi lenda á suðurpólinum á Mánanum seinasta leygardag, rendi á Mánan og fór í knús.

 

Eftir ætlan skal indiska rúmdarfarið lenda á Mánanum mikudagin komandi - ella um tveir dagar.

 

Sambært indiska rúmdarstovninum virkar alt lýtaleyst í Chandrayaan-3, og her vænta tey ongar trupulleikar, tá lent verður á Mánanum.

 

Á suðurpólinum á Mánanum eru djúpir goskoppar, sum liggja í ævigum skugga. Her niðri vænta granskarar at finna ís.

 

Mett verður eisini, at her fer tað í framtíðini at lata seg gera at skipa støðir, sum búgvast kann á.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.