India sent far upp á mánan

India hevur í nátt sent eitt rúmdarfar út í rúmdina við kós ímóti mánanum Stutt fyri klokkan tvey í nátt sendi India sítt fyrsta ómannaða far út í rúmdina, og harvið er India komið upp í rúmdarkappingina við USA, Russland, Kina og Evropa.

Indiska rúmdarleiðslan sigur, at um alt gongur eftir ætlan, skal Chand­rayaan-1, sum farið eitur, ferðast í ringrás u8m mánan í tvey ár.

Á ferðini skal farið leita eftir vatni og virðismiklum evnum á mánanum. Tað verður gjørt við einum lítlum fari, sum verður sett niður á mánan.

Indiska rúmdarleiðslan sigur, at málið er at senda eitt mannað rúmdarfar upp á mánan innan seks ár.