India fingið sín 11. september

- Hetta høvdu vit ongantíð væntað. Hetta er av sonnum ræðandi. Hetta er okkara 11. september, segði ein indiskur tíðindamaður við Sky News í gjárkvøldið. Tá hevði indiska løgreglan kunngjørt, at minst 78 fólk høvdu latið lív í minst sjey atsóknum í býnum Mumbai. Tað talið bleiv í nátt rættað til 101. Herumframt hava yvirgangsmenninir nógvar gíslar

Hesaferð brúktu yvirgangsmenninir ikki bumbur, sum teir plaga at gera, men maskinbyrsur og granatir. Tað var týðiligt, at teir høvdu fyrireikað seg væl, og álopsmálini vóru ikki tilvildarlig. Millum málini vóru høvuðsløgreglustøðin, høvuðsjarnbreytarstøðin, eitt sjúkrahús, ein biohøll og tvey av teimum fínastu gitingarhúsunum í býnum, har serliga útlendingar plaga at gista.

Fleiri yvirgangsmenn tóku seg inn á tað fína hotellið Trident-Oberoi. Sambært indisku myndugleikunum tóku menninir millum 100 og 200 fólk gíslar inni á hotellinum. Í nátt ljóðaði, at gíslarnir vóru slopnir út, men fyrrapartin segði ein týðandi indiskur embætismaður, at milolum 100 og 200 fólk eru framvegis gíslar á Trident-Oberoi-hotellinum.

Embætismaðurin segði, at yvirgangsmenninir inni á hotellinum eru millum 10 og 12 í tali, men ein teirra segði við eina indiska sjónvarpsstøð, at teir eru sjey.

Fólk, sum sluppu út av hotellinum, hava greitt frá, tað var eingin ivi um, hvørjir gestir høvdu serliga stóran áhuga hjá yvirgangsmonnunum.

-Teir spurdu eftir øllum, sum høvdu amerikanskt ella bretskt pass, greiddi eitt vitni frá. Bretin Alex Chamberlain sat á matstovuni, tá yvirgangsmenninir komu inn, og hann váttaði fyri bretsku fjølmiðlunum, at yvirgangsmenninir spurdu eftir fólki úr USA og Bretlandi.

-Teir spurdu ein italiumann, hvørjum landi hann var úr. Hann svaraði, at hann var úr Italia. Yvirgangsmaðurin, sum spurdi, nikkaði, og italiumaðurin fekk frið at sita, segði i Alex Chamberlain mvið Sky News.

Fyrrapartin frættist eisini, at yvirgangsmenn hava tikið ein jødiskan rabbinara og húski hansara gíslar í einari íbúð í Mumbai.

Fleiri eygnavitni greiddu frá, at yvirgangsmenninir vóru rættiliga ungir, og at teir vóru ílætnir sum vesturlendingar.

 

Væl fyriskipað

Indiskar keldur høvdu beinan vegin hug at geva islamistiskum yvirgangsmonnum skyldina, og í nátt kunngjørdi tann higartil ókendi, islamistiski felagsskapurin Deccan Mujahidin, at tað var hann, sum hevði framt atsóknirnar í Mumbai.

Men indisku myndugleikarnir ivast. Teir vísa á, at álopini vóru sera væl fyriskipað. At yvirgangsmenninir vildu hava fatur á útlendingum bendir sambært myndugleikunum á, at teir helst hava tilknýti til onkran av teimum stóru, altjóða yvirgangsfelagsskapunum.

Tey seinastu árini hava fleiri yvirgangsatsóknir verið at málum í India, men eingin teirra varð so væl fyriskipað sum hendan. Hinar vóru kortini minst líka blóðugar. Sum eitt nú atsóknin at einum toki í Mumbai í juni í 2006, tá meiri enn 200 fólk lótu lív.

 

Skutu ovastan

Millum teirra, sum doyðu í atsóknunum í gjárkvøldið, var ovastin fyri teirri serligu indisku yvirgangsløgregluni. Summar keldur siga, at hann royndi at tosa nakrar av yvirgangsmonnunum til rættis, men at teir skutu hann. Løgregluovastin var ein av 95 indiskum ríkisborgarum, sum doyðu. 13 aðrir løgreglumenn doyðu og seks útlendingar.

Í lýsingini í morgun komu alvápnaðir indiskir hermenn til Mumbai, og teir standa nú á varðhaldi ymsastaðni í býnum.

Síðani í gjárkvøldið hava teir indisku fjølmiðlarnir gitt, hvat endamálið hjá yvirgangsmonnunum var. Sambært einari indiskari sjónvarpsstøð rópti ein av yvirgangsmonnunum, at teir vildu hava allar sínar heilagu stríðsfelagar úr teimum indisku fongslunum.

Sambært sjónvarpsstøðini brúkti yvirgangsmaðurin orðað "mujahedeen", ið verður brúkt um muslimar, sum eru í heilagum kríggi. Sambært indisku myndugleikunum kann hetta benda á, at álopsmenninir í Mumbai hava tilknýti til eitt altjóða yvirgangskervi.