Føroyska liðið hevur hvat sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Portugal, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Venjingarnar hava ikki givið tær heilt stóru ábendingarnar um liðið.
Les eisini: Ronaldo verður ikki mansvardur
Tó hevur Lars Olsen boðað frá, at tað verða í mesta lagið tríggjar broytingar. Hann váttaði fyri Rás2, at Fróði Benjaminsen verður við frá byrjan, so miðvøllurin við honum, Halli Hansson og Brandi H. Olsen verður tann sami.
Eitt boð hevur verið, at Heini Vatnsdal skal inn á miðvøllin, men hann vandi í dag. Hann er ivasamur til dystin í morgin.
Les eisini: Allir klárir uttan ein
Í verjuni bendir okkurt á, at Bárður J. Hansen kemur inn á liðið aftur, hóast Jóans Tór Næs spældi væl í Lettlandi. Hin broytingin sær út til at blíva Gilli Rólantsson Sørensen inn fyri René Shaki Joensen, sum somuleiðis spældi væl í Lettlandi.
- Tað er ikki tí, at allir ikki spældu væl í Lettlandi, men tað er fyri at fáa nýggja orku á liðið, sigur Lars Olsen um at allir ikki fáa afturval.
In.fo gitir:
Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Portugal, sum verður mánakvøldið klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.