Hesar báðar seinastu dagarnar hava 32 ung úr fýra ymiskum føroyskum framhaldsdeildum roynt seg sum tinglimir.
Vit hava tosað við tvey teirra, Magnus Heinason, sum var formaður í Mentanarnevndini og Jasmin Mote, sum var limur í vinnunevndini. Tað eru tey bæði á myndini
Hesar báðar dagarnar, hava hesi ungu viðgjørt 12 ymisk mál, sum øll hava nakað við ungdómin at gera.
Eitt av teimum var at lækka aldursmarkið á rúsdrekkasølu, so at ung yvir 16 ár kunnu keypa rúsdrekka, ið hevur eina promillu undir 10%.
Grundgevingin frá flokkinum, ið kom við uppskotinum var tann, at tey mettu at um aldursmarkið á sølu av rúsdrekka undir 10% lækkaði, drekka ung undir 18 ár ikki líka stóra mongd av sterkari rúsdrekka.
Hetta evnið bleiv lagt fram í dag, tó við eini broyting, um at lækka promilluna frá tíggju, niður til fimm prosent.
Meirilutin atkvøddi fyri hesi broyting.
Men kortini var greiður meiriluti ímóti at henda lóg skal koma í gildi. Tvey atkvøddu fyri, og 30 ímóti.
Formaðurin í Mentanarnevndini á ungdómstinginum, Magnus Heinason Eysturoy er væl nøgdur við ungdómstingið
Hann er glaður fyri, at hann tók av møguleikanum, at royna seg sum politikara í nakrar dagar. Hann sigur seg hava lært nógv um, hvussu løgtingið gongur fyri seg, o.t. Um hann fær møguleikan, vil hann avgjørt royna hetta aftur.
Mentanarnevndin viðgjørdi fýra mál. Málið um, at fáa lóg í gildi um, at allir skúlar, ið hava fimta flokk og uppeftir skulu hava næmingaráð. Tey viðgjørdu eisini eitt mál, ið snýr seg um, at meira tilfar til skúlabrúk skal vera á føroyskum.
Eisini høvdu tey málið um, at retorikkur skal vera ein lærugrein í føroyskum fólka- og miðnámsskúlum. Seinasta málið, tey viðgjørdu er, at lærugreinin kristni, skal eita heimsátrúnaður í staðin fyri kristni.
Magnus var ikki bangin fyri, at siga sína meining á tingsins røðarapalli.
Hann er ímóti at lækka aldursmarkið á rúdrekkasølu, tí at hann væntar, at um aldurmarkið lækkar, vera tað fleiri, ið fara at drekka, og at miðalaldurin av tí sama lækkar.
Eisini tosaðu vit við Jasmin Mote, ið er limur í Vinnunevndini á ungdómstinginum.
Hon er, eins og Magnus, sera væl nøgd við Ungdómstingið. Hon heldur at tað hevur verið sera áhugavert á síggja politiska heimin á henda hátt, og at uppliva, hvussu politikarnir arbeiða.
Vinnunevndin viðgjørdi eins og Mentanarnevndin fýra mál. Jasmin atkvøddi eisini ímóti at lækka aldursmarkið á rúsdrekkasølu.
Fyrsta málið var, at skúlar skulu hava fruktskipan til næmingarnar. Tey viðgjørdu eisini málið, um ung og rúsdrekka og málið um at lækka ferðadráttin hjá ungum lesandi.
Seinasta málið tey viðgjørdu er um, at føroyskir fólkaskúlar skulu koma við teldum, ið næmingarnir brúka til royndir og próvtøkur, og at næmingarnir av tí sama ikki skulu hava tær við heimanífrá.
Klokkan 13:30 í dag møttu limirnir í Ungdómstinginum, Løgmaður og Landstýrisfólkini í tingsalinum, har Ungdómstinglimirnir spurdu Løgmann og Landstýrismennirnar ófráboðaðar fyrispurningar.
|