Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF fyrireikar seg nú til at læna Italia og Spania tilsamans 800 milliardir dollarar, sum skulu hjálpa teimum báðum londunum ígjøgnum skuldarkreppuna.
Italskir fjølmiðlar skriva, at Italia fær helst tilboð um eitt kreppulán við millum fýra og fimm prosentum í rentu. Lánið skal geva stjórnini hjá Mario Monto frið í eitt ár til at fáa tamarhald á teimum almennu fíggjarviðurskiftunum.
Sambært italsku fjølmiðlunum fær Spania ikki kreppulán, men ein lánsmøguleika við vanligum treytum.
Fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum hittast í dag til at umrøða viðurskiftini í Italia og Spania og hjálpina til teirra.










