Tá íslendingar í 2009 samráddust við Altjóða Gjaldoyragrunnin, IMF, um at fáa grunnin at hjálpa landinum burtur úr fíggjarkreppuni, skutu umboðini hjá grunninum upp at lata fleiri almennar mentanarstovnar aftur, teirra millum Tjóðleikhúsið í Reykjavík.
Tað kom fram, tá Katrín Jakobsdóttur, mentamálaráðharri, svaraði einum fyrispurningi í Altinginum seinasta fríggjadag.
Í svari hennara sæst, at IMF-umboðini vildu hava íslendsku stjórnina at lata Tjóðleikhúsið, Listasafn Íslands og Þjóðminjasafnið aftur í eitt trý ára skeið. Men íslendska stjórnin segði nei.