IMF má fáa meiri pengar til kreppurakt lond

Skal Altjóða Gjaldoyragrunnurin hjálpa teimum kreppuraktu londunum, má grunnurin fáa einar fleiri hundrað milliardir krónur afturat at arbeiða við

Fíggjarkreppan

Árni Joensen:

arni@sosialurin.fo

 

 

Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, rópar varskó, nú fíggjarkreppan um seg at kalla allastaðni kring heimin. Skal grunnurin gera sítt til at tálma gongdini, má hann fáa munandi meiri pengar at arbeiða við. Fær hann ikki tað, verður tað sera torført hjá grunninum at hjálpa teimum ringast støddu londunum.

-Í fyrstani vóru tað nøkur fá lond, sum komu í trupulleikar, men í seinastuni hevur kreppan breitt seg til fleiri lond afturat, og nú fær IMF alt fleiri og fleiri umsóknir um hjálp, segði aðalstjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, í sambandi við toppfundin hjá G20-londunum í Washington um vikuskiftið.

 

Neyðugt við sterkum IMF

IMF-stjórin rósti Japan, tí stjórnin í Tokyo hevur longu lovað at lata grunninum 600 milliardir krónur. Eygleiðarar siga, at japanska avgerðin er eisini rós verd, tí tey seinastu hagtølini vísa, at landið hevur negativan búskaparvøkstur.

Japanska tilsøgnin ger, at Altyjóða Gjaldoyragrunnurin hevur gjaldføri at arbeiða við júst nú, men stjórin vísir á, at grunnurin fær brúk fyri meiri afturat, áðrenn kistubotnurin kemur undan.

-Tað avgerandi er, at grunnurin er til reiðar og førur fyri at loysa kreppur, sum koma um eitt nú seks mánaðir, og eg haldi, at allir ríkisleiðararnir vita, at tað er tørvur á einum sterkum IMF, sigur Dominique Strauss-Kahn við BBC.

Umframt stuðul til grunnin vil hann fegin hava heimsins lond at halda fram við at lækka rentuna.

 

Boðar frá nýggjari tíð

Flestu eygleiðarar og viðmerkjarar vóru vónbrotnir aftan á toppfundin hjá G20-londunum um vikuskiftið, og serfrøðingar ertu eisini á einum máli um, at lítið ítøkiligt kom burtur úr fundinum.

Eitt nú kom einki lyfti um at hjálpa teimum londunum, hvørs búskapur er í vøkstri, men sum missa íløgur orsakað av búskaparkreppuni. Spurningurin um gjaldoyrakursir og teirra ávirkan á kreppuna fekk heldur ikki nógva umrøðu, hóast hetta evnið bleiv nevnt fleiri ferðir undan fundinum summ eitt av teimum týdningarmiklu.

 

At tað fyri fyrstu ferð eydnaðist at skipa fyri einum fundi vmillum G20- londini heldur enn einum fundi millum G7 ella G8-londini hevur gjørt, at tað kortini eru fleiri, sum vænta nýggjar tíðir innan heimsbúskapin. Eitt nú er vert at bíta merki í, at fleiri av luttakaralondunum eru lond, sum eru komin upp á ta ovastu búskaparrókina tey seinastu tíggju árini, og sum ikki eru umboðað á fundum hjá G7 ella G8.

G20-londini umboða tveir triðingar av heimsins fólki, og tey standa fyri 85 prosentum av heimsbúskapinum.

 

 

_________________________

Londini í G20-bólkinum

Argentina

Avstralia

Brasil

Kanada

Kina

Frakland

Týskland

India

Indonesia

Italia

Japan

Meksiko

Russland

Saudi Arabia

Suðurafrika

Suðurkorea

Turkaland

Bretland

USA

Evropasamverldið

_______________________