IM-Normur til Olaf Berg

Frálíku avrikini hjá Olafi Berg, føroyameistara, á Talvolympiaduni í Russland hevur við sær ein IM-norm

Tað var staðfest við javnleikinum móti GM Jose Garcia Gonzalez, stórmeistari (2543), úr Meksiko.
Sannlíkindi fyri, at tað eydnaðist hesaferð vóru ikki serliga stór, tí ein stórmeistari sat yvir av Olafi Berg.
Føroyingurin vísti hinvegin dirvi og fekk ein trivaligan javnleik.
2010 hevur eydnaðist væl hjá honum. Fyrr í ár vann hann føroyameistaraheitið, og nú er IM-normur komin til høldar.