IM-normar í Føroyum

Fyri gerast altjóða meistari skalt tú hava tríggjar IM-normar og hava havt 2400 rating stig.
Seks telvarar hava fingið IM-norm í Føroyum. Bert ein telvari er altjóða meistari, og tað er John Rødgaard. Hann hevur vunnið sær trígggjar IM-normar og havt 2400 í rating, og tað gevur tilsamans heitið IM (altjóða meistari).
Flóvin Þór Næs hevur tríggjar IM-normar, men hann hevur enn ikki havt 2400 í rating, og tí hevur hann ikki fingið IM heitið.
John Arni Nilssen hevur tveir IM-normar, og hann hevur verið uppi á 2400 í rating. Tí vantar honum bert ein IM-norm fyri at gerast altjóða meistari.
Síðani eru tríggir, ið hava ein IM-norm, og teir eru Helgi Dam Ziska, Hans Kristian Simonsen og Heini Olsen.