Ilulissat: 150 fólk vístu sína samkenslu

Enn er eingin handtikin í óhugnaliga málinum sum skakar Ilulissat í Grønlandi.

Stívliga 150 fólk í Ilulissat gingu í gjárkvøldið túrin frá ráðhúsinum og til fótbóltsvøllin í miðbýnum, har tey tendraðu stearisljós fyri at vísa sína samkenslu og standa saman, nú eitt óhugnaligt mál hevur rakt grønlendska býin.

 

Tað var leygardagin, at eitt starvsfólk í ruskbrenningini í býnum fann leivdir av einum líki, tá viðkomandi skuldi fylla rusk til brenningina. Grønlands Politi kannar nú málið sum drápsmál, tó at eingin í býnum sambært løgregluni er saknaður.

 

Tað var borgarstjórin í Avannaata kommunu, Palle Jeremiassen, sum Ilulissat er partur av, ið tók stig til felagstúrin, har teir stívliga 150 íbúgvarnir at enda settu loðandi ljósini sum eitt hjarta niður á vøllin.

 

Á túrinum bar borgarstjórin eisini fram nøkur troystarorð til teirra, sum vóru komin saman til felagstúrin. 

 

Borgarstjórin ynskir, at íbúgvarnir skulu vísa felagsskap og samkenslu í truplu tíðini. Tað er týdningarmikið, at vit í slíkari støðu standa saman og hjálpa hvørjum øðrum og vísa samkenslu við teimum avvarðandi.

 

Grønlands Politi samstarvar við donsku ríkisløgregluna í kanningararbeiðnum, og málið verður kannað sum eitt drápsmál. Sermitsiaq veit at siga, at enn er eingin handtikin í óhugnaliga málinum sum skakar Ilulissat.