Í nýggjari grein verða kanningar av ymsum íleguvariantum og sambandi teirra við Parkinssons sjúku lýstar. Kanningar eru gjørdar av ílegum hjá 91 Parkinsons sjúklingum og 96 kontrolfólkum (frískum fólki til samanberingar) í Føroyum. Hetta skrivar Granskingarráðið.
Kanning vísti, at av teimum 91, ið bóru Parkinsons sjúku, hevði einans ein sjúklingur eina av ílegufrábregdunum, ið granskarar hava havt illgruna til, at elvir til Parkinsons sjúku. 19 sjúklingar bóru ílegufrábregd av óvissum týdningi fyri sjúkuna, meðan hinir 70, tað vil siga 78 prosent, bóru ongan ílegumessigan vanda, tó at teir høvdu Parkinsons sjúku.
Niðurstøðan er, at tað ikki ber til at siga, at sjáldsamir íleguvariantar, sum áður hava verið knýttir at Parkinssons sjúku í Føroyum, hava stórvegis týdning fyri útbreiðsluna.
Greinin kallast “Parkinson's disease, genetic variability and the Faroe Islands” og er í tíðarritinum Parkinsonism & Related Disorder.
Høvundarnir eru Maria Skaalum Petersen, Ilaria Guella, Sara Bech, Emil Gustavsson og Matthew J. Farrer.
Greinin kann lesast her
Granskingargrunnurin hevur lutvíst fíggjað verkætlanini hjá Mariu Skaalum Petersen um genetiskar orsøkir til Parkinsons sjúku í Føroyum.









