Íløgustuðulin avtrappast

Tað er politisk semja um, at íløgustuðulin skal avtakst, men tað er ikki semja um, hvussu skjótt hetta skal gerast. Nú koma so 10 tinglimir úr teim flestu flokkunum á tingi við uppskoti

Í viðmerkingunum til uppskotið frá hesum 10 tinglimunum, verður m.a. sagt, at í teirri umhugsan, sum er neyðug, eigur at verða hugsað um, hvussu skjótt vinnan kann laga seg til broyttu umstøðurnar. Lutvíst eigur at verða havt í huga vandin, sum kann liggja í tí, at skipini frá tí betra og nýggjara endanum fara á húsagang og enn tá av landinum.

? Vit vita, at ein hópur av skipum mistu íløgustuðulin eftir 3 árum. Men her var talan um munandi bíligari skip og smærri upphæddir pr. skip, og so tað at fiskiskapurin, serliga eftir toski, tá batnaði munandi.

? Tað hevur ikki verið ein nóg neyv politisk viðgerð av, hvat ið kann henda, um tann íløgustuðul sum nú sambært lógini skal halda uppat, eisini kemur at halda uppat.


Skipabólkarnir

John Petersen, fiskivinnumálaráðharri, hevur boðað frá, at hann leggur einki uppskot fram í hesum máli, og tí hava hesir 10 tinglimirnir tikið seg saman um hetta uppskot, sum bert umfatar skipabólkarnar Lemmatrolarar frá 1977 og yngri, lemmatrolarar frá 1976 og eldri, partrolarar frá 1984 og yngri og partrolarar frá 1980 til 1983.

Hjá hesum trolarum kemur íløgustuðulin at halda fram tvey ár aftrat, tó avtrappað soleiðis, at fyrsta árið verða goldin 65% og seinna árið 35%, og tá kemur stuðulin at falla heilt burtur.

Kostnaðurin er í 1998 mettur til uml. 14,4 mió. kr. og í 1999 uml. 8 mió. kr.