- At vísa samfelagsábyrgd hevur stóran týdning í okkara arbeiði. Vit eru ikki bara ein grunnur, sum skal veita fígging og bústaðir, tí okkara uppgáva er eisini at skapa trivnað í samfelagnum, sigur Marjun Weihe, fíggjarleiðari, fíggjarleiðari á Bústøðum.
Herfyri bórust tíðindi um, at Almannaverkið og Bústaðir hava gjørt samstarvsavtalu um bústaðarviðurskifti hjá fólkum, við serligum tørvi. Avtalan ber við sær, at Almannaverkið kann tilluta 5. hvørja íbúð til fólk, sum hava serligan tørv.
Les eisini Lættari hjá fólki við serligum tørvi at fáa íbúð
Í ársfrágreiðingini frá Bústøðum stendur at lesa, at tað, at taka atlit til samfelagið vigar tungt í virkseminum hjá Bústøðum. Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari á Bústøðum, sigur, at tey kunnu ikki bara hugsa um løtuvinning, tí so vóru ongar íbúðir bygdar til lesandi ella fólk við serligum tørvi.
- Tað er okkara skylda at arbeiða við at nøkta tann stóra tørvin á hesum og øðrum alternativum tilboðum, tí sjálvandi skulu lesandi og fólk við serligum tørvi hava eitt virðiligt heim.
- Tað er motiverandi at merkja, at vit gera mun. Fleiri av teimum, sum flyta inn hjá okkum, eru lukkulig um at tey nú endiliga kunnu geva familjuni eitt heim. Tey kunnu kenna seg trygg og tey vita, at tey ikki verða tveitt út, sigur Marjun Weihe Thomassen millum annað í ársfrágreiðingini frá Bústøðum.