Íløgur í góð minni í barna- og ungdómsárunum – hvat er tað?

Tað skulu fleiri partar spæla saman, um børnini og tey ungu skulu fara ígjøgnum fyrstu árini við einari kenslu av, at tey eru partur av einum felagsskapi, at tey eydnast sum menniskju, og at tey trívast og mennast. Í Vági hava vit sett inn á fleiri økjum og gjørt "íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum" við arbeiðssetninginum "øll børn skulu hava kensluna av at eydnast", og tað hevur givið góð úrslit. Sí her:

 

Í kjalarvørrinum av greinini “Føroyar í dag: Pætur er eitt null og Inga eitt minus – og tað fáa tey prógv um!”, sum tú kann lesa her (https://www.tjodveldi.fo/?p=11970), hava fleiri seinastu dagarnar spurt hvat átakið íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum í Vági snýr seg um – og skal eg greiða frá nøkrum av táttunum her.

 

Fyrsti og mest týðandi tátturin er at skapa ein samleika, at fáa fólk at draga somu línu. Er man felags um nakað, skapar tað samleika. So tá eg niðanfyri lýsið teir karmar, sum vit hava skapt í Vági, hava flest allir havt eina stóra luttøku av sjálvbodnum lokalum kreftum. Kreftir, sum í dag, saman við børnum teirra eru aktivir brúkarar av hesum kørmum. Og tá mann kann í Vági, so kann mann eisini aðrastaðni!

 

 

 

Spennandi og fjøllbroyttir karmar

 

Í barna- og ungdómsárunum eru vit fleiri, sum eru um okkara børn og ungu: familjan, dagstovnur, ítróttar- og frítíðarfelagsskapir og fólkaskúlin v.m. – og er uppgávan hjá okkum øllum at viðvirka til, at okkara børn og ungu hava so góð barna- og ungdómsár sum tilber.

 

Í Vági eru gjørd ein røð av tiltøkum, nýggjum tilboðum og íløgum á økjum, sum kommunan hevur ávirkan á, í samband við “íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum”.

 

  • Á dagstovnaøkinum varð normeringin økt, og fleiri starvsfólk vóru tí um børnini.
  • Á ítróttar- og frítíðarøkinum vóru íløgur gjørdar í framúr karmar, m.a. Páls Høll og Marghøllina, tí góðir karmar skapar grundarlag fyri góðum upplivingum og góðum minnum.
  • Ungdómshús varð sett á stovn sum eitt ískoyti ella alternativ til ítróttin í nærumhvørvinum
  • Í skúlanum var t.d. eisini lektiucafé, har pensjoneraðir lærarar hjálptu børnunum, um tey høvdu tørv á hjálp við skúlatingum.
  • Í Vágs Skúla var eitt FabLab sett á stovn.
  • Musikkskúlatilboðið varð styrkt við nýstovnaðum Musikkskúla, sum er staðsettur í Vágs Skúla.
  • Umstøðurnar kring skúlan vóru dagførdar við nýggjum spæliplássi og íløgur eru gjørdar í dagføringar av fysisku kørmunum í skúlanum.

 

Men íløgurnar og raksturin er bara ein partur av átakinum.

 

 

 

Fólkaskúlin tillagað dagin hjá børnunum

 

Tað týdningarmest er, at talan er um eina greiða hugburðsbroyting, har miðvíst fokus er sett á, at skapa góð minnir á so nógvum ymiskum økjum sum tilber, soleiðis at øll hava kensluna av at eydnast.

 

Innihaldið í fólkaskúlanum er sjálvandi stýrt av fólkaskúlalógini og námsætlanum við meira. Men eisini hevur skúlin tillagað dagin hjá børnunum við júst hesum hugburðinum - børnini skulu uppliva tað sum tey eydnast.

 

Við hesum aðalmálum hevur skúlin broytt gerandisdagin hjá børnunum:

 

  • At allir næmingar føla seg “heima” í onkrum.
  • At allir næmingar hava møguleikan at finna eitthvørt, sum tey eru góð til.
  • At allir næmingar hava møguleikan at skapa góð minnir.

 

Hetta hevur ítøkiliga viðført, at skúlin í dag hevur nógv meira fokus á:

 

  • Børnini hava meira kreativitet i gerandisdegnum, nú FabLab er vorðin eitt týðandi tilboð í skúlanum. Leiðari er settur til Fablab, sum stimbrar og leggur lag á hjá bæði næmingum og lærarum, og eisini hjá fólki í nærumhvørvinum.
  • Børnini hava meira og øðrvísi rørslu enn áður. Bæði tí, at karmarnir eru góðir, men eisini tí skúlanum hevur eydnast at tiltrekkja lærarar, við serligum førleika, til hesar nýggju karmar.
  • Børnini hava meira tónleik enn áður, og fleiri tónleikalærarar eru nú í skúlanum.
  • Skúlin hevur sett á stovn eitt sertilboð til børn og ung við tørvi, eitt framúr tilboð, sum tryggjar at skúlin er fyri øll (fyri fáum árum síðani vórðu fleiri børn við avbjóðingum send av oynni (saman við familjuni)). Hetta sertilboð hevur eisini “fría” atgongd til fantastisku karmarnar í Vági.
  • Skúlin hevur gjørt íløgu í teldur til allar næmingar frá 4. flokki, umframt at øll flokkshølir er dagførd við tøkni.

 

So eg haldi eg kann siga, at skúlin í dag sýnist at hava eina góða javnvág millum bóklig fak, tónleik, rørslu, tøkni o.s.fr.

 

Hetta eru alt átøk, sum kunnu sigast verða nokk so “einføld”. Men fyrst og fremst er tað hugburðsbroytingin, har fokus er á, at øll skulu hava góð minnir í barna- og ungdómsárunum, sum hevur týdning og sum ger mun. Og tað hugburðsbroytingina kunnu vit øll fólkaskúlar, dagstovnar, frítíðarfelagsskapir, og familjur fara undir. Tað skal sjálvandi annað og meira til, men hetta hevur verið eitt stórt stig á leiðini fyri okkum í Vági. Og Tað er eisini umráðandi fyri hvørt lokalsamfelag og fyri Føroyar, tí gransking vísir, at góð minnir frá barna- og ungdómsárunum hava ávirkan á, um tú hevur hug at flyta aftur til tín heimstaðin eftir lokna útbúgving.

 

Dennis Holm

 

Valevnið fyri Tjóðveldi