Illviljin staðfestur

Tinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum á Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, er ikki bilsin av avgerðini hjá samgonguni um strika játtanina til Lista- og tónleikaskúlan á Sandoynni. -Samgongan hevur alla tíð havt illvilja ímóti ætlanini, sigur hann

Sandoyartingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Páll á Reynatúgvu, er ikki bilsin av avgerðini hjá samgonguni um at strika játtanina til Lista- og tónleikaskúla Føroya á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár.
?Avgerðin er burturvið, men hetta er eisini staðfesting av illviljanum hjá samgonguni fyri ætlanini, so fyri so vítt er einki broytt, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tjóðveldistingmaðurin greiðir frá, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 vat heldur eingin játtan til skúlan, men undir fíggjarnevndarviðgerðini var tað hann sjálvur, ið fekk játtanina á 500.000 krónur til Listaskúlan á endaligu fíggjarlógina

Einki hendir
Páll á Reynatúgvu sigur seg ivast stórliga í um nakað fer at henda í málinum um Lista- og tónleikaskúla Føroya, tí samgongan tykist vera støðuføst í málinum.
Hann vísir á, at hóast 500.000 krónur eru settar av, hevur hann ikki fingið nakra ábending frá landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, um, at hann ætlar nýta peningin.
Spurdur, um hann ætlar aftur í ár at strongja á í fíggjarnevndararbeiðinum fyri at fáa eina játtan til Listaskúlan á fíggjarlógina, svarar Páll á Reynatúgvu, at tað er ætlanin, men so má hann eisini fáa vissu fyri, at glið kemur á málið, og at landsstýrið ger veruleika av ætlaninum um at byggja skúlan.