Illveður reiv í kirkjugarð í Sørvági

Herfyri tók illveðrið burtur úr kirkjugarðinum í Sørvági, bæði út móti Kirkjuvegi og niðan móti skúlanum.

Herfyri tók illveðrið burtur úr kirkjugarðinum í Sørvági, bæði út móti Kirkjuvegi og niðan móti skúlanum.

 

Sagt verður úr Sørvági, at útsynningur er ringur í bygdini.

 


- Báðir garðarnir hava staðið ímóti illveðri í skjótt fjøruti ár, men hesa ferð var útsynningurin við yvirlutan, sigur Sørvágs kommuna.