Tað hevur viðrað stak illa í Eysturgrønlandi og vestara parti av Íslandi teir seinastu dagarnar Eitt djúpt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum hevur elvt til illveður og kavarok í Eysturgrønlandi, og í vestara parti av Íslandi hevur sama lágtrýstið elvt til rættiligt harðveður.
Tað er minni enn ein vika, síðani tað var illveður og kavarok í Eysturgrønlandi, og í Kulusuk vóru teir ikki lidnir at rudda kavan av flogvøllinum, nú tað aftur bleiv kavarok.
Í Íslandi hevur tað viðrað stak illa ta seinastu vikuna. Í dag er stormur har vesturi í landinum, nógvastaðni er eingin skúlagongd, og flogførini standa still.









