Ein skriða stongdi mánakvøldið Elduvíkarvegin. Vegurin var stongdur eina løtu, men skjótt var koyrandi aftur.
Skriðan leyp úr fjallinum og fór heilt á sjógv. Menn frá Landverkfrøðinginum fóru beinanveg til arbeiðis fyri at fáa latið uppaftur, og tað var hampiliga skjótt, at koyrandi varð aftur.
Týsdagin vóru teir í gongd við at rudda, soleiðis at millum annað bilverjan, sum farin er, eisini kann gerast aftur.
Eisini í Oyndarfirði var stórt skriðulop, sum byrgdi vegin av. Hetta lopið var væl størri enn tað á Elduvíksvegnum, siga teir hjá Landsverkfrøðinginum.
Í Norðurstreymoy vóru eini fleiri lop. Á Víkar- og Tjørnuvíkarvegnum lupu skriður. Og í Saksun var rættiliga umfatandi lop. Har hendi eisini størri skaðar á brýr og úthús, eins og nógvur bøur liggur undir í runu og gróti.










