Tað hevur verið av ringasta veðri í pørtum av Japan síðani í nátt, tá ein tropisk melduródn kom inn yvir land. Minst eitt fólk hevur latið lív, og fleiri hava fingið skaða. Vindferðin var uppi á umleið 150 kilometrum um tíman. Myndugleikarnir siga, at nógvar húsatekjur rivu, og at streymveitingin fór nógvastaðni. Tað regnaði eisini sera illa, so fleiri áir fóru upp um áarbakkarnar, so stór øki standa undir í vatni. Japanska loftferðslueftirlitið avlýsti einar 200 fráferðir frá flogvøllinum í Tokyo. Veðurmenninir siga, at veðrið fer at batna í morgin.