Veðrið hevur ikki verið nakað serligt í nátt og løgreglan sigur, at tað er týðiligt, at tað doyvdi veitsluhugin, tí tað var lítið fólk at síggja á gøtuni. Tað var fitt av fólki á teimum ymsu skeinkistøðunum, men tá ið tey lótu aftur, fóru fólk beint til húsar undan veðrinum.
Sostatt hevur tað verið ógvuliga friðarligt hjá løgregluni í nátt. Tey siga, at løgreglunfólk hevur eisini steðga nøkrum bilum at vita, hvørsi standi bilførarin var í, men har var einki at viðmerkja nakrastaðni.










