Illveður í Danmark kravt eitt mannalív

Tað hevur verið rættiliga illfýsið í Danmark síðani í gjár við nógvum vindi vestaneftir, og í dag varð kunngjørt, at illveðrið hevur kravt eitt mannalív. Tað var ein 45 ára gomul kvinna, sum doyði, tá ein persónbilur rendi á ein lastbil, sum var komin at standa tvørur á vegnum orsakað av vindinum. Tvær gentur um 16 ára aldur vóru í bilinum hjá kvinnuni, og tær vórðu fluttar á sjúkrahúsið í Aalborg. Onnur gentan er illa løstað.

Løgreglan sigur, at lastbilurin hevði ein viðfestivogn, og tann nógvi vindurin holvdi viðfestivognin við tí úrsliti, at lastbilurin fór tvørur.

Tann nógvi vindurin hevur serliga gjørt um seg í vestara parti av Jyllandi. Fleiri hús hava fingið skaða, og trø eru rivin upp við rót.