Ódnarveðrið Caroline, sum í løtuni herjar kring landið, ávirkar nú eisini hondbóltskappingina hjá kvinnum og monnum. Tveir dystir, ið skuldi avgreiðast í kvøld eru nevniliga avlýstir.
Eftir ætlan skuldu kvinnurnar hjá Kyndli møta VÍF í høllini á Hálsi klokkan 18.30, áðrenn mansliðini hjá somu liðum skuldu spæla í somu høll klokkan 20. Men vegna veður, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at avlýsa báðar dystirnir í kvøld.