Fiskivinna
Á Havsbrún í Fuglafirði vænta tey ikki nakran svartkjaft aftur fyrr enn leygardagin.
Tað sá annars so gott út í síðstu viku. Krúnborg var eitt av skipunum, ið fór útaftur og beinanvegin fekk nógvan fisk. Teir fingu út við 500 tons í einum háli.
Á Havsbrún væntaðu tey tá, at Krúnborg fór at koma innaftur longu mánadagin í hesi vikuni, men tað náddu teir ikki.
Tá ið hann øtlaði veðrið, og vit fingu rættiligt illveður, fekst eingin svartkjaftur. Tí vænta tey á Havsbrún ongan bát aftur fyrr enn í morgin.
Illveðursdagin komu nøkur íslendsk skip, sum fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, higar til lands at kroka. Eitt teirra, Børkur, legði tá 300 tons av svartkjafti upp í Fuglafirði. Íslendsku skipini vóru júst byrjaði túr, so tey høvdu lítið inni.
Í gjár mettu tey á Havsbrún, at Krúnborg hevði eini 1700 tons inni og Christian í Grótinum millum 700 og 800 tons.
Svartkjaftafiskiskapur roynist ikki í sjaskveðri.