Tíðindafólk á Berlingske Tidende harmast um, at leiðslan strikaði eitt brot í eini grein, sum avdúkaði, at forsætisráðharrin var rýmdur í illsinni frá einari samrøðu. Samrøðan snúði seg um tær ætlanir, sum stjórnin hevur fyri at tryggja vøkstur í samfelagnum, men tá tíðindafólkini spurdu, hvat forsætisráðharrin helt um, at hin flokkurin í stjórnini, Konservativu, vil hava skattalætta, kom øði í Lars Løkke Rasmussen. Hann rýmdi úr samrøðuhølinum, men eitt lítið korter seinni kom hann aftur eftir at hava sissað seg.
Hetta skrivaðu blaðfólkini í eina grein til blaðið, men tá blaðið kom út, var tað brotið í greinini strikað eftir boðum frá ábyrgdarblaðstjóranum. Jens Grund.
Blaðfólkini eru sera misnøgd við avgerðina hjá ábyrgdarblaðstjóranum. Tey siga, at brotið hevði týdning fyri greinina. Jens Grund sigur harafturímóti, at ein forsætisráðharri má hava rætt til at ?fáa sær luft?.