Illur inn á standmyndina

Sunnukvøldið sat ein hundur á einum parkeringsbási á Skálatrøð í Havn frá sær sjálvum og goyði.
Ein politistur fór oman í bili, men hann vildi ikki fara úr bilinum, so illur var undurin.
Hann koyrdi yvir móti hundinum, sum tók til beins, og politibilurin aftaná.
Hundurin steðgaði við eini hús, og tá politiið ringdi til húseigaran, váttaði hesin, at hundurin var hansara.
Hundurin var stungin av heimanifrá. Eigarin segði, at hundurin hevði tað við at fara oman á Skálatrøð, tí hann kundi ikki torga standmyndina niðan fyri Smiðjuna í Lítluvík. Tað var tí, at hann hevði goyð.
Eigarin var fegin um, at hundurin kom heim aftur í øllum góðum.