Illur inn á allar myndugleikar

Maðurin, sum í fjør stakk varafútan í lærið, var í øðini inn á Almannastovuna, sum ikki veitti honum peningaligan stuðul beinanvegin. Onkursvegna hevði hann fingið inn í høvdið, at bara varafútin kundi hjálpa

Randi Jacobsen

42 ára gamli maðurin, sum fyrst sat varðhaldsfongslaður í 14 mánaðir og síðan varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing millum annað fyri at hava stungið varafútan í lærið, tóktist púra óávirkaður, tá ið hann var fyri í landsrættinum mikudagin.
Meginpartin av tíðindi sat hann og krutlaði niður sína verjurøðu. Onkuntíð var hann við at sovna.
Eftir at hann varð varðhaldsfongslaður, var hann kannaður, og tveir av trimum limum í rættarlæknaráðnum hildu, at hann var egnaður til revsing. Tann triði helt, at maðurin átti at farið í forvaring. Hesin hevði viðmerkt, at hann bleiv bangin og fekk hjartabankan, tá ið hann hugdi í eyguni á tí ákærda.

Besettur
Í frágreiðingini varð sagt, at maðurin var bestur av tankanum um, at Almannastovan hevði svikið seg, og at maðurin ikki hevði evni til at seta seg inn í støðuna hjá øðrum, sum hann fór eftir. Hann skilti ikki, at onnur blivu bangin, hevði ikki ringa samvitsku og angraði einki.
Ein stóran part av tíðini, hann sat varðhaldsfongslaður, sat hann í Danmark. Hann varð latin leysur beint fyri ólavsøku, kom heim, og í august fall dómurin í Føroya rætti.
Síðan hevur hann verið leysur, men í seinastu viku varð hann handtikin og skuldsettur fyri munnliga at hava hótt fútan.
Hann kom tí úr Mjørkadali við politistum oman í dómhúsið, har Eystari landsrætturin viðgjørdi ákærurnar móti honum mikudagin.
Ákæruvaldið kærdi nevniliga dómin í Føroya rætti við kravi um harðari revsing.

Fór við byrsu eftir manninum
Ein av ákærunum snúði seg um, at hesin eina nátt í februar 2009 fór oman á Bursatanga, har línubáturin Váðasteinur. Hann fór úr einum morgunballi oman á bryggjuna, tí umborð á bátinum var ein maður, sum hevði borið seg ljótt at móti fyrrverandi unnustu síni, og hendan var vinkona tann ákærda.
Hann vildi bara hava mannin at lata kvinnuna fáa frið.
Hann hevði tikið eina yvirsaðaða byrsu við sær og patrónir. Ætlanin var ongantíð at skjóta mannin, bara at geva honum eitt forskrekkilsi.
Vápnið var ólógligt.
Hann viðgekk einaferð at hava roynt at smugla 38 gramm av hassji til Føroya. Hann varð tikin á flogvøllinum, tí hundurin hjá tollvaldinum hevði snodda hassjið.

Illur inn á varafútan
Álvarsligasta málið var um, tá ið hann í mai í fjør ein dag stakk varafútan í lærið beint uttan fyri Dómhúsið.
Hann hevði fyrireikað hetta álopið væl, hevði fylgt aftaná varafútanum í fleiri dagar, og nakrar dagar frammandan hevði hann keypt ein hvassan knív at brúka til endamálið.
Ætlan hansara hevði ikki verið at stinga so djúpt, sum hann gjørdi, bara at geva varafútanum eitt prik.
Ákærin royndi at fáa fram, hví hann endiliga skuldi eftir varafútanum.
Svarið var, at varafútin ikki hevði viljað hjálpt honum við at stevna Almannastovuni.

Skeiv fatan
Finn Ougaard, varafúti hevði mælt manninum til at fara til Almannamálaráðið, og hetta tulkaði hann sum, at varafútin bara vildi sleppa av við seg. Hann hevði ta fatan, at varafútin var ovasti myndugleiki, og at hann var partur av tí korruptu samfelagsskipanini. Hann visti ikki, at fútin var yvir varafútanum.
- Eg hevði sett mær fyri at plága varafútan, til hann tók meg í álvara, segði tann ákærdi.

Óynsktur á Almu
Hann var illur inn á Almannastovuna, tí hann orkaði ikki longur tungt arbeiði og vildi fegin taka 9. flokk við Áir fyri aftaná at søkja sær lærupláss. Eisini skuldi Almannastovan gjalda leiguna fyri bústað hansara, men tá ið hetta ikki varð gjørt, flutti hann út, heim aftur til foreldrini at búgva.
Trupulleikar høvdu somuleiðis verið við eini tannlæknarokning, sum hann ikki hevði pening til at gjalda.
Tað dró út at fáa stuðul játtaðan frá Almannastovuni til skúlagongdina og til at gjalda leigu fyri.
Hann kendi seg órættvíst viðfarnan og ætlaði tí at stevna Almannastovuni.

Óynsktur á Almannastovuni
Tað kom fram í rættinum, at maðurin var óynsktur á Almannastovuni, og tað kom ikki av ongum.
Fleiri ferðir hevði hann hótt starvsfólk har, og tað fekk Almannastovuna at skriva til hansara við boðunum um, at vildi hann Almannastovuni nakað, kundi hann antin ringja, skriva ella faksa. Vildi hann hava samtalu, skuldi hann biðja um samtaluna í góðari tíð, og treytin fyri at koma til samtalu var, at hann var edrúur og skikkaði sær væl.
Tað var eisini frammi, at maðurin hevði eitt yvirlit yvir nøvn á løgtingsfólkum, politistum, hjúnarfeløgum teirra, privatbilum og bústaðum teirra o.s.v.
- Hatta var bara nakað, eg skrivaði, tá ið eg sat í geglinum og keddi meg, segði maðurin.

Langt syndaregistar
Oman fyrinevndu hendingar eru ikki einastu ferðirnar, maðurin hevur verið í holtur við politiið.
Nevnt varð í rættinum, at hann eina ferð fyri langari tíð síðan hevði skallað ein politist í Keypmannahavn og fekk dóm fyri tað.
Í Havn varð hann eina aðru ferð dømdur fyri herverk móti einum politibili og at hava havt ólógligt vápn í varðveitslu.
Drápsroynd hevði hann gjørt móti einum plitisti í einum ølklubba.
Hann hevur hótt og yvirfallið fólk og brotið inn fyri at fáa hendur á lóðuri.

Hassjari
Maðurin greiddi frá í rættinum, at hann hevur bústað hjá foreldrunum og livir av lægstu avlamispensjón.
Hann kundi hugsað sær at flutt úr Havn út á onkra bygd.
Hann roykti hassj hvønn dag, tá ið hann fekk hendur á tí. Annars drakk hann.
Maðurin kundi hugsað sær at sloppið av vð alkoholismuna, men hassj brúkti hann sum heilivág, tí tað hjálpti honum at halda seg í gongd.
Annan heilivág vildi hann ikki siggja. Meðan hann hevur sitið í varðhaldi, hevur hann tó etið sissandi heilivág.
Tá ið hann hevur sitið dómin, ætlar hann sær at fáa sær koyrikort og at taka 9. flokk lidnan.

Álop á samfelagsskipanina
Ákærin brúkti ikki vøkur orð í síni lýsing av manninum og kallaði hann bæði øran og óreinan.
Álopið á varafútan var væl lagt til rættis, og tað var ikki bara eitt álop á varafútan men á alla rættarskipanina.
- Slíkt má sláast hart niður á, so hann ikki verður ein fyrimynd fyri onnur, sum eru ónøgd við samfelagiðð, segði ákærin, sum helt hóskandi revsing vera hálvt triðja til trý ára fongulsrevsing.
Verjin helt, at dómurin í Føroya rætti var nóg mikið, hálvt annað ár.
Teir tríggir dómararnir samdust um at døma mannin tvey ára fongsulsrevsing.
Eftir rættarfundin varð maðurin fluttur niðan aftur í Mjørkadal, tí hann er framvegis varðhaldsfongslaður.