Tá tveir løgreglumenn í Lakeland í Florida steðgaðu einum bilførara í gjár, gjørdi maðurin ikki mætari enn at taka til rýmingar inn í ein skóg. Løgreglumenninir hildu aftan á honum. Løtu seinni smullu tvey skot. Báðir løgreglumenninir vórðu raktir og annar so meint, at hann doyði.
Tað eydnaðist hinum løgreglumanninum at senda boð eftir hjálp, og løgreglan sendi alt fyri eitt stór lið at leita eftir tí vápnaða bilføraranum. Í morgun var hann framvegis ikki funnin, sjálvt um løgreglan hevði brúkt tyrlur og aðra útgerð at leita við.
Tilburðurin var beint við ein skúla einar 50 kilometrar eystan fyri býin Tampa, og næmingarnir har hava fingið boð um at halda seg innandura, meðan leitað verður eftir tí vápnaða manninum, skrivar AP.