Illtonktur fyri at snýta

Hetta er so tápuligt, at eg finni ikki orð fyri tí. Eg havi ongantíð havt battaríir í súkkluni. Tað er stuttligt, men nú er tað vorðið til eina so stóra søgu, at tað ikki er stuttligt meira, sigur Team Saxo Bank súkklarin.

 

Avsannanin hjá Cancellara kemur eftir, at serliga belgiskir miðlar eru farnir í holt við eitt klipp á ouTube. Har vísir fyrrverandi italski súkklarin, Davide Cassani á RAI TV, hvussu tað í dag ber til at keypa smáar battaríriknar motorar, sum kunnu goymast í stellinum á súkkluni. Motorarnir síggjast ikki, men verða stýrdir av einum knappi á stýrinum.

 

Síðani síggjast myndir av Cancellara, har hann flytir hondina runt á stýrinum í bæði Flandern runt og Paris-Roubaix, har hann í báðum førum síðani súkklar frá kappingarneytunum.

 

Videoklippið prógvar einki, men boðskapurin er ikki at misskilja. Altjóða Súkklusambandið (UCI) avvísir tó, at nøkur kanning verður sett í verk móti Cancellara, skrivar DR á heimasíðu síni.