Illtonktur fyri at hava stolið síni egnu børn!

– Eg havi verið róptur bæði junkie, satanistur, tapari og alt møguligt annað. Men eg leggi onki í tað, tí tey sum kenna meg vita betri, sigur forsangarin í Sic, Mikkjal G. Hansen. Hann og Rannvá Simonsen eiga tvey deilig børn og liva ein púra vanligan gerandisdag – men tey eru eisini nakrir ordans rockarar!

– Børnini skulu altíð hava oyrabúffar á, tá tey eru við til festivalar. Annars sleppa tey ikki við.

25 ára gamla Rannvá Simonsen peik­ar yvir á myrkt violetta veggin, sum er prýddur við elgittarum, bassum, fløgum og so tveimum feitum oyrabúffum til børn – einum bláum til 5 ára gamla Bartal og einum reyðum til 3 ára gomlu Røskvu.

– Røskva var fyrstu ferð á Mjús, tá hon var bert tríggjar vikur gomul. Og tað riggaði fínt, forklárar Rannvá, ið starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Føðideildini, eftir at hon varð útlærd fyrr í ár.

Men í frítíðini eru hon og sjeikurin, 27 ára gamli Mikkjal G. Hansen, forsangari í Sic, nakrir ordans rockarir, sum tey sjálvi kalla seg.

Ikki av tí kriminella slagnum við rygg­merki, men av tí góða, gamla slagnum, sum millum annað dyrkar rockmusikk, tatoveringar, vilt hár og leðurjakkar.

Drønfrá rock

Eins og so mong onnur hava Rannvá og Mikkjal góðan tónleik í felag. Men tað er ikki altíð við mýkindum, tá tey skrúva frá.

– Vit hava altíð tónleik frá, tá vit eru heima. Eisini hart frá viðhvørt. Og børnini elska tað. Tey duga nógvar sangir og kunnu altíð royna seg við onkrum av mongu ljóðførunum haryviri, sigur Mikkjal og peikar yvir móti hillini, har ymisk ljóðføri liggja klár til børnini at flippa út við.

Hann og Rannvá komu saman í einum balli fyri eini 10 árum síðani. Í dag búgva tey í kjallaraíbúðini hjá foreldrum hennara í Havn.

Hóast her er nakað trongt, nú tey hava tvey børn, eru tey glað fyri at kunna búgva her.

– Vit eru 8 fólk í húsi. So her er altíð ein barnagenta – bæði til okkara børn og smáu systkin míni, sum búgva við mammu og teimum í erva, sigur Rannvá.

Av tí at Mikkjal ofta er burtur á konsertferð við Sic, hava tey brúk fyri barnagentu, tá Rannvá hevur kvøldvakt á Føðideildini.

Og soleiðis eru tey sum so nógvir aðrir vanligir føroyingar, sum royna at fáa gerandisdagin at hanga saman við arbeiði og frítíð.

Illtonktur sum barnatjóvur

Men munurin á teimum báðum og flestu øðrum føroyingum er, at tey síggja rættiliga vill út, tá hugsað verður um, at tey í roynd og veru eru ein vanlig barnafamilja.

– Mínar royndir siga mær, at gomul fólk ofta eru nógv meira tolsom enn onnur. Kanska kemst tað av, at tey hava sæð og upplivað so nógv svakt gjøgnum lívið, at ein piercing til ella frá ger ongan mun, sigur Mikkjal, sum hevur verið fyri einari rúgvu av løgnum hendingum, tí hann sær út, sum hann ger: við síðum, rastanum dreadlocks, rakaðum vangum, piercingum her og der, og fult av tatoveringum.

Hann fortelur um eina hending uppi í SMS, har hann kom trillandi við børnunum. Á bonkinum sótu tvær eldri konur. Onnur lýttar í oyrað á hinari: Hasin maðurin hevur heilt sikkurt stolið hasi bæði børnini. Hon visti bara ikki, at tað ommu Mikkjal hon lýttaði til!

– Ja, eg havi verið róptur bæði junkie, satanistur, tapari og alt møguligt annað. Men eg leggi onki í tað, tí tey, sum kenna meg vita betri, sigur hann og leggur afturat: Those who matter don’t mind and those who mind don’t matter!

Piercingar á føðideildini

Og Mikkjal lítur yvir á unnustuna, sum eisini sær nokkso vill út. Við knallreyð­um síðum hári, piercingum í andlitinum og fleiri tatoveringum á kroppinum.

– Í fyrstanni, tá eg lærdi til sjúkra­systir, royndi eg at vera meira vanlig. Men hetta er ein partur av mær, og eg tími ikki at krógva tað longur, sigur Rannvá, ið sum sagt starvast á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

– Eg veit, at mín útsjónd ávirkar ikki mína professionalismu, og eg havi ongantíð fingið viðmerkingar frá sjúklingunum. Bara okkurt fittligt prik frá onkrum starvsfelaga, sigur hon og undirstrikar, at smúkkur í andlitinum á ongan hátt ávirka reinførið í starvinum.

– Nei, eg kann ikki leggja meg sjálva eftir heima, tá eg fari til arbeiðis, stað­festir Rannvá, sum í løtuni tekur tvær eftirútbúgvingar – onnur sum ammuráðgevi og hin innan neonataløkið.

– Rannvá hevur verið ófør. Hon fekk bæði børnini, meðan hon las, sigur Mikkjal og smílist til Rannvá.

Sjálvur roynir hann at liva av tónleik­inum, men arbeiðir eisini við ymsum fyri­fallandi.

Men tey bæði hava eisini dreymar saman. Til dømis um at flyta til Lund í Svøríki, har Rannvá kundi hugsað sær at lært til ljósmóðir.

Garrvillir gubbar

Men børnini hjá Rannvá og Mikkjal síggja ikki øðrvísi út.

– Nei, vit ynskja ikki, at tey skulu skilja seg ov nógv út frá hinum. Børn vilja gjarna vera líka sum hini, og um tey vilja hava ein ávísan stíl, kunnu tey sjálvi velja tað, tá tey gerast eldri, greiðir Rannvá frá.

Eisini vinfólkini hjá teimum báðum eru rockaratypur. Og av tí, at har eru ikki so nógv onnur børn í vinabólkinum, møta tey altíð mansterk upp í barnaføðingardag heima hjá Mikkjal og Ránnvá.

– Tey elska at koma í føðingardag til kaffi og køku. Og gubbarnir síggja minst líka villir út sum eg, sigur Mikkjal og flennir.

Vandaleys metalheads

Tey bæði fara ofta á rock- og metal­festivalar saman. Til tiltøk í Føroyum hava tey børnini við, men ikki til stóru festivalarnir niðri í Europa. Til dømis Roskilde og á risastóra metalfestivalin í Wacken í Týsklandi, har eini 70.000 metalheads úr øllum heiminum hittast eina ferð árliga. Harav eisini fleiri føroyingar.

Hóast hetta ljóðar rættiliga svakt, forklárar Mikkjal, at hesar typurnar eru nøkur sonn friðardýr.

Sambært honum er tað so nógv vandamiklari at vera á Roskilde enn á Wacken, tí á Roskilde kanst tú uppliva harðskap ella at tjaldið verður sprett upp og alt innaní verður stolið. Men fert tú frá einari fartelefon á Wacken, kanst tú vera vís í, at hon liggur har, tá tú kemur aftur.

– Metalheads eru eitt sera stolt fólkaslag. Vit ganga høgt upp í æru og respekt, og vilja ikki seta okkum sjálvi so lágt sum at stjæla ella gera øðrum mein, sigur Mikkjal, sum ikki altíð sjálvur hevur verið av Guds bestu børnum.

– Eg havi ikki altíð verið so friðarligur sum nú. Í ungu árunum var tað bert hepni sum gjørdi, at eg ikki endaði í brummuni, sigur Mikkjal, sum seinastu 3 árini ikki hevur smakkað rúsdrekka.

Sum sagt hava Mikkjal og Rannvá fleiri piercingar og tatoveringar. Og tey vilja gjarna hava fleiri.

Eru tey ikki bangin fyri, at fáa ljót arr, tá tey gerast eldri og kanska hava hug at skifta stíl?

– Nei, als ikki. Vit broytast neyvan so nógv. Og fáa vit nøkur smá arr, vekja tey bert góð minni um ein stuttligan ungdóm við nógvum góðum upplivinum, siga tey bæði.

Tolnar mammur

Men hvussu hava foreldrini tikið tað, at Mikkjal og Rannvá síggja øðrvísi út?

– Uttan at spyrja mammu litaði eg hárið grønt, tá eg var 12 ár. Tá var mamma vónbrotin. Ikki tí eg hevði litað hárið, men tí eg ikki hevði spurt hana fyrst, fortelur Rannvá. Men tá hon var 14 ár, fekk hon sína fyrstu piercing eftir avtalu við mammuna.

– Mamma hevur altíð stuðlað mær. Tá eg var ung, vildi hon hava, at eg var opin og erlig móti henni. So vísti hon mær álit og eg virdi mørkini, sum hon setti.

Tað var eitt sindur øðrvísi við Mikkjal, sum var nakað villari enn Rannvá í ungu døgunum.

– Eg skikkaði mær illa og havi altíð verið ein øgiligur provokatørur, sigur hann. Og hann forklárar, at 90’ini vóru onki stuttlig at vera teenagari í, og at teir runnu í hølunum á ”grønjakkunum”.

Tí tók tað nógv ár hjá mammu hans­ara at venja seg við, at Mikkjal var, sum hann var.

Men í dag verjir mamman hann altíð.

– Mikkjal er ikki so villur innan sum uttan, sigur mamma viðhvørt. Og Rannvá skoytir uppí:

– Tá fólk læra hann at kenna, siga tey: Mikkjal, tú ert ordiliga friðarligur og fittur. Slett ikki so villur, sum tú sært út at vera!

Men tað er kanska ikki so løgið, at fyrsta fatanin er eitt sindur skeiklað, heldur Mikkjal, ið sum tónleikari hevur gjørt nógv púra svakt á pallinum. Og hann heldur, at fólk kanska hava ilt við at skilja millum pallframførslur og gerandisdag.

– Á pallinum er tað bara show. Tað mugu fólk skilja. Eg havi staðið nakin og sløkt siggarettir í skallan á mær sjálvum á pallinum. So tað er kanska ikki so løgið, at fólk halda meg vera ein lallandi psykopat, sigur Mikkjal og flennir.