Ein svenskur familjumaður verður í hesum døgum kannaður, tí illgruni er um, at hann hevur hildið børn síni fangað. Tey hava hvørki gingið í skúla ella verið á sjúkrahúsi Ein svenskur familjupápi frá Uppsala kann vænta sær álvarsamar ákærur.
Hann er undir illgruna fyri at hava hildið síni fýra børn, sum eru millum 16 og 22 ár, fangað. Tey hava í øllum førum aldri gingið í nøkrum svenskum skúla ella verið á nøkrum sjúkrahúsi.
Pápin var avdúkaður, tá hann 27. juni í ár varð meldaður av fleiri fólkum fyri at buka konuna, og harrenda framferðin hann hevur sýnt hevur ávirkað familjuna í so stóran mun, at tey øll hava tørv á bráðneyðugari hjálp.
- Tað er ein stórur spurningur hvussu tað ber til, at hvørki skúlar, sjúkrahús ella aðrir stovnar ikki hava fingið fatur á familjuni, og hjálpt børnunum. Hetta er ein spurningur, sum vit mugu taka upp beinanvegin, sigur Súsanna Strømberg frá Uppsala Kommunu til Dagens Nyheder.
Løgreglan tekur málið í størsta álvara, og kanningar verða nú gjørdar.
Maðurin noktar seg sekan.