Klokkan 15:45 seinnapartin sunnudagin fekk sløkkiliðið í Vági boð um, at eldur var í einum húsum á Bakka í Vági.Menn vóru skjótir á staðnum, men eldurin hevði fingið fastatøkur, tó at tamarhald fekst á honum. Húsini stóðu ikki at bjarga og nógvur roykur var, so teir brutu seg niður ígjøgnum takið í einum kamari, har tann stóri eldur var.Góðar 3 tímar seinni var eldurin sløktur.
Álvarsmál
Alt er brunnið innan úr húsunum, tó at tak og útveggir standa. Talan er um hús, ið eru bygd fyrst í sjeytiuárunum.
Løgreglan kannar málið og sigur, at illgruni er um, at eldurin er ásettur og verður málið viðgjørt sum slíkt.
Fullir førarar
Hóast mangir løgreglumenn kring landið eru í Havnini til arbeiðis á ólavsøku, so eru fólk eftir á politistøðunum kring landið. Umframt eldsbruna, so hevði løgreglan í Suðuroynni ávirkaðar bilførarar at taka sær av.
Leygarnáttina rýmdi ein bilførari frá einum minni ferðsluóhappi á Tvøroyri. Tá hann stutt efir varð tikin, tók løgreglan blóðroynd av manninum.
Mánanáttina kom fráboðan um, at ein kona koyrdi ávirkað í Vági. Hon var somuleiðis tikin og blóðrynd tikin av henni. Skuldsetingar eru í báðum førum reistar um rúsdrekkakoyring.