Dan R. Petersen
Sambært lógunum hjá F.F. skal mín uppstilling latast inn til umsitingina hjá Óla Jacobsen.
Mítt mótvalevni liggur nú inni við mínari uppstilling og sær, hvørjir stillararnir eru. Eg havi fingið váttað móttøkuna, men havi ikki fingið váttað, um uppstillingin er í lagi, men tað fari eg at krevja, áðrenn freistin er úti.
Hetta svarar til, at var løgtingsval, so skuldu allir teir politisku flokkarnir latið sínar listar inn til tann eina, lat okkum siga Miðflokkin til góðkenningar. Ein løgin mannagongd. Eg meti tað sera óheppið, at mítt mótvalevni skal kenna mínar stillarar, sum ongin annar kennir uttan sóknarformaðurin her í økinum.
Tað er tankavekjandi, at longu nú hevur ein manning (mínir stillarar) fingið ábreiðslu frá sínum reiðara fyri at hava skotið eitt annað valevni upp enn Óla. Hvør hevur likið? Og hví man hesin reiðarin hava áhuga í at hava Óla sitandi?
Eg føli meg eisini sera ótryggan við, at tað er umsitingin hjá mínum mótvalevni, sum ger vallistan, t.v.s. avger, hvør sleppur at velja og sendir atkvøðuseðlarnar út. Alt hetta átti grannskoðarin hjá F.F. at tikið sær av, sjálvandi.
Felagsins lógir eru frá 1980. Formaður tá var Óli Jacobsen, sum sjálvandi var arkitektur fyri hesi ivasomu valskipan, sum avgjørt gevur sitandi formanni stórar fyrimunir.
Hetta eru ikki einastu fyrimunir, sitandi formaður hevur. Onkran annan ódemokratiskan fyrimun hevur hann tiltuskað sær, men tað vendi eg aftur til, tá eg fortelji frá vitjanini, eg hevði hjá honum, og eg als ikki var vælkomin.
Allar felagsins lógir skulu endavendast eftir vaktarskiftið.