Ókendar røddir vilja vera við, at øll ungmannafeløgini í Føroyum, uttan unga sambandið, hava verið ov djúpt í kassanum hjá donsku veddingartænastuni. Nevnd verða feløg sum Unga Tjóðveldið, Sosialistiskt Ungmannafelag og FUR.
Keldurnar hava róð fram undir, at føroysku feløgini nýta sama hátt, sum donsk ungmannafeløg hava nýtt til tess at fáa meira stuðulskrónur úr vedddingarkassanum, enn tey høvdu rætt til.
Skipað svans í Danmørk
Í Danmørk kom hetta fram fyri nøkrum árum síðani, og burtur úr tí spurdist mikið rok. M.o. vórðu Venstres Ungdom, DSU, RU og Mellemfolkeligt Samvirke sett í samband við skipaða svansið.
Limalistarnir á ungmannafeløgunum í Danmørk vóru alt ov langir. Á teimum vóru nøvn á fólki, sum als ikki vóru limir; summi teirra tí tey vóru væl og virðiliga farin undir grønutorvu. Soleiðis fingu feløgini størri stuðul, tí jú longri listarnir vóru, jú fleiri krónur fullu í fangið á danska ungdóminum. Tað er hetta, sum leysasøgur nú vilja vera við, fer fram í Føroyum.
Avnokta alt
Men á Føroya Ungdómsráði standa tey sum kánus. Aðalskrivarin, Kári Olsen ger púra greitt, at alt er farið rætt fram.
Eisini leiðarin í Unga Tjóðveldinum, Annlis Bjarkhamar, staðfestir, at leysasøgurnar, sum hon fekk frænir av fyri nøkrum døgum síðani, eru burturvið.
- Okkara framferðarháttur er tann, at statsgóðkendur grannskoðari góðkennir limalistan, sum er grundarlagið undir stuðlinum, sum FUR umsitur. Tað hevði verið politiskt sjálvmorð at svansa við limatølunum. Eg kenni limalistan hjá okkum, og eg kann upplýsa, at í sambandi við okkara stuðulsumsókn er skrásetta limatalið bert125. Hetta hóast vit hava 300 limir. Orsøkin til lægra talið á stuðulslimalistanum er, at nøvnini á limum, sum ikki hava latið fullfíggjaðar upplýsingar inn um seg sjálvar, ikki eru við, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ger púra greitt, at er nakað ivamál um stuðulin, so ætlar Unga Tjóðveldi ikki at taka ímóti krónum frá donsku veddingartænastuni
FUR fingið Grannskoðaraváttan
Aðalskrivarin í FUR, Kári Olsen, staðfestir, at alt hjá Unga Tjóðveldinum er í fínasta lagi.
- Vit hava fingið upplýsingar um limatalið hjá politisku ungmannafeløgunum frá grannskoðara, og soleiðis skal tað vera, sigur hann og leggur aftur at, at skipanin í sambandi við stuðulsumsóknir er púra greið.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá øðrum ungmannafeløgum áðrenn evstamark.