Illfýsið veður næstu dagarnar

Vikuskiftið verður merkt av vindi og regni.

 

 

Í morgin kunnu vit vænta hvassan vind og ælaveður, og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.

 

 

Leygardagin verður aftur hvassur vindur, men seinnapartin verða sólglottar og minni vindur. Hitin verður millum 8 og 11 stig.

 

 

Veðrið sunnudagin er lítið annarleiðis, tó verður tað eitt vet heitari, millum 9 og 12 hitastig.

 

 

Hoyr veðurmannin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.