Illa skerdir á Skála

Jónhard Frederiksberg staðfesti, at hetta avrikið ikki hevði verið á hædd við tey, sum Skála hevur sýnt seinastu ferðirnar:
                      - Vit vóru óvanliga tamir, og hóast tað ikki var so ógvuliga nógv ferð yvir KÍ, so høvdu teir sigurin uppibornan. Kanska hevði tað tikið seg øðrvísi upp, um Meinhardt Joensen ikki hevði havt bjargað so framúr væl, sum hann gjørdi, tá ið eg fekk høvi at royna móti málinum eftir skjótálop.
                      Hugsaðu tit ov nógv um UEFA Cup?
                      - Tað høvdu vit avrátt, at vit ikki skuldu gera. Nú hugsa vit um Start. Í kvøld fara vit at venja á Toftum. Hetta kenna vit sum spennandi avbjóðing, sigur Jónhard Frederiksberg.
Í Klaksvík saknaðu skálamenn Bárð Danielsen umframt bæði Bjarna Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen.
                      - Vit hava ikki ov nógv av fólki, og tað kennist eyka meint, at ein lyklaspælari verður skaddur afturat, tá ið tveir frammanundan sita uttanfyri, heldur landsliðsspælarin.