Illa kroystir klaksvíkingar vunnu á Sandi

1. DEILD: Hóast heimaliðið var væl meiri í álopssøðu, so vann KÍ

Næstbesta liðið hjá KÍ er á veg av Sandi og til hús aftur. Í viðførinum er 2-1 sigur. Hálvleiksstøðan var 1-1.

Eftir hornaspark legði Kristoffur Jakobsen gestirnar á odda 1-0, tá ið 20 minuttir vóru farnir.

KÍ leiðslan helt í tíggju minuttir. So javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Tijani Mohammed, og uppleggið átti Clayton Soares.

Hagtølini siga, at B71 hevði 11 hornaspørk, meðan KÍ hevði fýra hornaspørk, og hagtølini siga, at B71 hevði fimm royndir ímóti KÍ málinum, meðan klaksvíkingar høvdu tvær royndir á B71 málið, og í báðum førum endaði tað við máli.

Sigursmálið skoraði Dion Splidt miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Í KÍ málinum stóð aftur í dag 19 ára gamli Hannis Matras. Hann er abbasonur Karl Isaksen, sum nú er 89 ára gamal, og sum vardi KÍ málið fram til 1964. Tá hevði hann verið málverji á besta liðnum í 17 ár og verið við til at vinna sjey FM heiti.